Sylvi Listhaug

Sylvi Listhaug
Føddur 25. desember 1977
Ålesund, Noreg
Trúgv Kristin
Yrki Politikari
Útbúgving Lærari
Flokkur Framburðsflokkurin (FrP)
Álitisstørv
2018 Løgmála- og innflytaramálaráðharri
2017- Stórtingskvinna fyri Oslo
2015-2018 Innflytara- og integratiónsmálaráðharri
2013-2015 Landbúnaðar- og matvørumálaráðharri
2006-2011 Býráðslimur í Oslo

Sylvi Listhaug (fødd 25. desember 1977) er ein norskur politikari, núverandi stórtingskvinna, fyrrverandi norskur løgmálaráðharri (2018), landbúnaðarráðharri (2013-15), og innflytara- og integratiónsmálaráðharri (2015-18). Hon umboðar Framburðsflokkin (FrP). Listhaug var fødd í 1977 í Ålesund. Hon er útbúgvin lærari. 

Listhaug fanst at, at norski Javnaðarflokkurin atkvøddi ímóti einum uppskoti, sum skuldi gera tað møguligt at taka ríkisborgararættin frá fólki, sum verða hildin at vera ein hóttan ímóti Noreg. Uppskotið miðaði eftir fólki, sum høvdu verið í kríggi í øðrum londum, og sum høvdu ríkisborgararættindi í tveimum londum. Eftir stórt trýst tók hon boðini aftur, men hon noyddist frá, tí ein av stuðulsflokkunum hjá stjórnini, Kristiligi Fólkaflokkurin, segði seg hava mist álitið á henni. Hon hevur síðani fleiri ferðir biðið Arbeiðaraflokkin um umbering, men tað góðtók andstøðan ikki, og flokkurin Reytt legði uppskot um misálit á Listhaug fyri Stórtingið. 20. mars 2018 boðaði so Listhaug frá, at hon leggur frá sær sum løgmálaráðharri og fer aftur í Stórtingið. Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, heldur, at Listhaug kann koma afturíaftur sum ráðharri seinni.[1]

  1. https://www.nrk.no/norge/erna-solberg_-_-sylvi-listhaug-kan-komme-tilbake-som-statsrad-senere-1.13970728

© MMXXIII Rich X Search. We shall prevail. All rights reserved. Rich X Search